Goymsluleiðari til Vónina í Fuglafirði
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Arbeiðsstaðurin er á deild okkara í Fuglafirði, sum í høvuðsheitum vendir sær til uppisjóvarskipini.
Starvið:
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at leiða og skipa
goymsluna og syrgja fyri, at røttu vørurnar eru á goymslu í samstarvi við
sølu-, framleiðslu- og innkeypsdeildina. Tín uppgáva verður eisini áhaldandi at
optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum
gjørligt.
Høvuðsuppgávur:
- Leiða
og skipa dagliga virksemið í goymsluni.
- Tryggja,
at røttu vørurnar eru til taks í rættari mongd.
- Samskifta
við kundar og gera tilboð í samstarvi við søludeildina.
- Tryggja
skrásetingar og handfaring av vørum.
- Áhaldandi
optimera arbeiðsgongdir og goymsluskipanir.
- Leiða
og motivera starvsfólkini í goymsluni.
Førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin ella hevur royndir sum
goymslufólk. Vit vænta, at tú ert:
- Skipaður,
ágrýtin og álítandi.
- Dugir
at arbeiða við teldu, og er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við
Dynamics NAV skipanini.
- Leiðsluevni
og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
- Góðar
samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum,
norðurlendskum og enskum.
Starvstreytir:
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við
leiðsluna.
Umsókn:
Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum
viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli og skulu sendast
til [email protected] við evninum “goymsluleiðari”.
Um okkum:
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins
fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við deildum í Føroyum,
Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Scotlandi. Í samtakinum starvast
umleið 450 fólk.
Deild okkara í Fuglafirði er høvuðssætið í samtakinum og
stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av fiskireiðskapi til uppisjóvarvinnuna
og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast
áleið 30 fólk.
Vit gleða okkum til at fáa tína umsókn!