Granskingarstarv á kanningarstovuni hjá Thetis

Granskingarstarv á kanningarstovuni hjá Thetis

 

Vit søkja eftir einum postdoc til eitt granskingarstarv á kanningarstovuni hjá Thetis.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv.

Tú verður partur av einum umhvørvi við potarum, laborantum og granskarum á kanningarstøðini á Hoyvíksvegnum.

 

Uppgávur

Tínar arbeiðsuppgávur verða at granska á einum mikrobiologiskum vísindaligum støði, men aðrar uppgávur kunnu eisini koma fyri.

Sum postdoc hjá Thetis skalt tú:

·      gera granskingararbeiði á kanningarstovuni

·      útgeva vísindaligar greinar

·      søkja um granskingarstuðul

·      vera við í fakligari sparring

·      vera fleksibul

 

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú er útbúgvin á ph.d-stigi í mikrobiologi ella líknandi og hevur royndir við eitt nú kanningarstovuarbeiði.

Postdocstarvið er tíðaravmarkað vísindaligt starv og kann leingjast, um fígging fæst til vega.

Thetis er akkrediterað kanningarstova Vit gera heilsukanningar, kanningar í umhvørvi og matvøruframleiðslu. Tað sera umráðandi, at tú er fleksibul og tolir, at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.

Løn og setanarviðurskifti

Fyribils er talan er um eittárs starv, ið er knýtt at fígging til gransking og verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Akademikarafelag Føroya.

Umsókn:

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast til Thetis, Hoyvíksvegur 51, 100 Tórshavn ella marita@thetis.fo.

Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maritu Debess Magnussen, stjóra, tel. 791800.