Heilsurøktari til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Heilsurøktari til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Talan er um eitt spennandi starv fyri heilsurøktara í barnsburðarfarloyvi. Starvsbrøkurin er 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Starvið er til setan frá 1. august 2024 til 1. september 2025.

Á Sjóvarlon eru 9 búpláss og eitt pláss til umlætting. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið á heiminum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.

Tú kemur, at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran. Tú ert við til at mynda starvið og leggja arbeiðið tilrættis.

Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning innan útbúgving og skeið.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Telduførleika á brúkarastøði

Vit vænta at tú:
  • Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt og samstarvar við hini starvsfólkini á heiminum.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
  • Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF og heilsurøktarfelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara, tlf 793387
ella við telduposti til [email protected]

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected]. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari Sjóvarlon” Umsóknarfreistin er 21.juni 2024.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnartillagaðar.


Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Málið er er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.

  • At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”