
Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærara
Heilsuskúlin søkir eftir lærara at undirvísa í fakinum Mentan og virksemi á námsfrøðihjálparaútbúgvingini, skjótast gjørligt. Talan er um eitt vikariat framm til 1. juli 2023. Undirvíst verður í tveimum flokkum og hetta fevnir um áleið 125 undirvísingartímar fyri árið.
Tað er krav at viðkomandi hevur útbúgving á bachelor støðið, sum námsfrøðingur, fólkaskúlalærari ella annað við førleikum til at undirvísa í hesum fakinum.
Løn sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn skal sendast til Heilsuskulin@skulin.fo. Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú ringja til Rakul Nolsøe í Lágabø toymisleiðara, á 294201 ella Vivie Davidsen, stjóra á 294200.