Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysio- ella ergoterapeuti ella líknandi til vikariat

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysio- ella ergoterapeuti ella líknandi til vikariat

Heilsuskúlin søkir eftir undirvísara til vikariat á brøki 0,75 at byrja 1. mars eller skjótast gjørligt, fram til 1. juli 2021.

Um starvið
Starvið fevnir m.a. um:
• Undirvísing í lærugreinini endurmenning
• Næmingasamrøður
• Vegleiðing til verkætlanarskriving
• Luttaka á toymisfundum
• Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum.

Krøv til umsøkjara
Útbúgving sum fysio- ella ergoterapeutur ella líknandi á bachelor støðið og í minsta lagi 2 ára arbeiðsroyndir. Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar
kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telefon 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo.

Heilsuskúlin hevur ynski um at viðkomandi kann byrja skjótast gjørligt.

Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya: heilsuskulin@skulin.fo, stílað til: Vivie Davidsen, stjóra.