Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti

Heilsuskúlin søkir eftir lærara til fast starv, frá 1. august 2021. Starvið er fulla tíð.
Viðkomandi skal hava útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

Um starvið
Starvið fevnir m.a. um:
• Undirvísing
• Næmingasamrøður
• Vegleiðing til verkætlanarskriving
• Próvtøkuhald
• Starvsvenjingarvitjanir runt landið
• Luttaka á toymisfundum
• Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar
• Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð.

Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul. Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar
kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telefon 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er hósdagin 20. mai 2021.
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya til heilsuskulin@skulin.fo, stílað til Vivie Davidsen, stjóra. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 22 og 23.

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á H eilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøði hjálpara.