Heilsuskúli Føroya søkir eftir námsfrøðingi

Heilsuskúli Føroya søkir eftir námsfrøðingi

Heilsuskúlin søkir eftir lærara til fast starv, frá 1. august 2022 ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið er 3⁄4 tíð. Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur á bachelor støðið og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

Um starvið
Starvið fevnir m.a. um:
• Undirvísing
• Næmingasamrøður
• Vegleiðing til verkætlanarskriving
• Próvtøkuhald
• Starvsvenjingarvitjanir runt landið
• Luttaka á toymisfundum
• Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar
• Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð.

Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul. Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar

kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen stjóra, á telefon 294200 ella við telduposti til vivie.davidsen@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er hósdagin 7. juli 2022.
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya til heilsuskulin@skulin.fo.

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 15 fólk í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á Heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.