Heilsutrygd søkir eftir starvsfólki til kommunulæknaviðtalur

Heilsutrygd søkir eftir starvsfólki til kommunulæknaviðtalur

Heilsutrygd søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða í kommunulæknaviðtalu í Tórshavn og Kollafirði at byrja skjótast gjørligt.

Størvini:
Størvini eru kommunulæknaviðtalum í Suðursteymoyar læknadømi (Tórshavn, viðtala í Gundadali) og Vestmanna læknadømi, (Kollafirði).

Starvið í Tórshavn er 24 tímar um vikuna (brøk, 0,6). Í løtuni røkja kommunulæknaavloysarar viðtaluna.

Starvið í Kollafirði er 30 tímar um vikuna (brøk 0,75). Í løtuni røkja kommunulæknaavloysarar viðtaluna.

Tú:
Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini samstundis og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu og viðkomandi skeið kunnu verða ein fyrimunir men ikki ein treyt.

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík
ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mai 2022 kl. 12:00.

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Martin Hansen á Heilsutrygd, á tlf. 614000.