Heilsutrygd søkir kliniskan dietist

Heilsutrygd søkir kliniskan dietist

Um starvið:
40 tímar tíðaravmarkað starv í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Starvið endar tann 31. august 2022. Møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Starvið verður sett frá 1. oktober 2021 ella eftir nærri avtalu.

Størvini fevna um:
• Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
• Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
• Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
• Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
• Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
• Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
• Kostviðgerðin og sjúkugongdin verða skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Endamálið við hesi tænastu er, at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at røkja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Førleikakrøv:
• Útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
• Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
• Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
• Hevur evni at laga teg til tillagingar
• Koyrikort til persónbil

Vit bjóða:
• Eitt fjølbroytt og mennandi starv
• Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
• Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. september 2021 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist á tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 614003.