Heilsutrygd søkir kommunulæknar

Heilsutrygd søkir kommunulæknar

Heilsutrygd lýsir hervið 7 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.

Um størvini
Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.570 borgarar eru í læknadøminum, og tveir fastsettir kommunulæknar eru í starvi.

  • Tvey størv á Læknamiðstøðini á Tvøroyri, Viðtala 1 hevur umleið 1.170 borgarar, og viðtala 2 hevur umleið 1.420 borgarar. Ein læknaskrivari er í starvi í viðtalu 1, og ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein læknaskrivari eru í starvi í viðtalu 2.
Í Suðurstreymoyar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 22.300 borgarar eru í læknadøminum, og 13 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.
  • Eitt starv í Læknahúsinum í Gundadali. Viðtala 4 hevur umleið 1.550 borgarar. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtalu 4.

Í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 2.860 borgarar eru í læknadøminum. Ein fastsettur kommunulækni er í læknadøminum.

  • Eitt starv í viðtaluni í Kollafirði. Umleið 1.410 borgarar eru í viðtaluni. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.

Í Skálafjarðar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 7.170 borgarar eru í læknadøminum, og 3 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4, við umleið 2.070 borgarum. Ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein heilsurøktari eru í starvi.

Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 3.900 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt starv í Fuglafjarðar læknadømi, sum vanliga skal røkjast bæði í Fuglafirði og í Gøtu eftir avtalu. Fyribils verður starvsstaðurin tó bert í Fuglafirði. Umleið 1.350 borgarar eru í viðtaluni.

Í Norðoya læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 6.460 borgarar eru í læknadøminum. Tríggir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt nýtt starv í viðtaluni í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík. Viðtala 4 hevur umleið 760 borgarar, men væntast kann, at talið skjótt verður nakað størri. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.


Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.

Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk.

Felagsviðtalur og niðursett tíð
Møguleiki er fyri, at fleiri læknar kunnu samstarva um at røkja eina viðtalu í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina viðtalu, ber til at hava lægri arbeiðstrýst/arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og harvið arbeiða niðursetta tíð. Hóskandi tal av læknum í slíkum samstarvi er 2-3 til hvørja viðtalu.

Um læknar røkja eina viðtalu í felag, fylgja ávís rættindi og ávísar skyldur við. Læknarnir verða settir í starv hjá Heilsutrygd sum aðrir læknar. Í høvuðsheitum kann roknast við, at t.d. grundgjald, basisgjald og skyldur í.s.v. vaktir verða býtt millum læknarnar. Læknarnir hava í felag ábyrgd fyri viðtaluni ella viðtalunum í samstarvinum. Tí hevur felagsskapurin vanliga ábyrgd fyri at røkja viðtaluna/-ar, um talan er um sjúku ella annað forfall.

Skipan
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um fleiri, so eiga tær at verða greitt raðfestar.

Um søkt verður um at starvast í felagsviðtalu, eigur at verða greitt frá, hvørjir læknar eru í samstarvinum, hvør er ábyrgdarpersónur, og hvussu ætlanin er at skipa arbeiðið. Felagsviðtalan hevur somu skyldur sum aðrar viðtalur, og tí hevur tað stóran týdning, at læknarnir hava skipað innanhýsis viðurskiftini væl. Hetta kann gerast í samstarvsavtalu um t.d., hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sjúku og forfall, og hvussu samstarvið kann enda.

Íblástur til slíka avtalu er at finna á: https://www.laeger.dk/foreninger/plo/drift-af-praksis/opstart-og-etablering/praksisformer/etablering-af-kompagniskab-i-almen-praksis/

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 31. mai 2024 kl. 12.00.

Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á [email protected]

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Turið Holm Johannesen, kommunulækna, [email protected] ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614000, [email protected]