Hevur tú grønar fingrar?

Hevur tú grønar fingrar?

Suðuroyar Sjúkrahús sóknast eftir einum starvsfólki, ið kann fríðka um og halda grøna økið kring sjúkrahúsið vakurt.

Talan er um tímalønt starv við einari miðal arbeiðstíð á 20 tímar pr. viku í tíðarskeiðinum mai – septembur.

Uppgávurnar eru at sláa gras, lúka ókrút, klippa trø og tað, ið annars verður mett neyðugt fyri eitt vakurt grønt øki.

Vit vænta at tann, ið verður settur er:

• álítandi

• arbeiðssamur

• røkin.

Vit kunnu bjóða

• skipaði viðurskifti

• góðar arbeiðsumstøður

• ávirkan á egnar uppgávurnar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Mikkjal Bærendsen, maskinmeistara tlf. 34 33 00

Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Er hetta nakað fyri teg, skalt tú senda okkum eina umsókn til ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 15. mai 2022.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða
altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara
www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.