Hevur tú stýr á tingunum? Og dámar tær samskifti og samskipan? So er eitt lærupláss sum læknaskrivari kanska nakað fyri teg

Hevur tú stýr á tingunum? Og dámar tær samskifti og samskipan? So er eitt lærupláss sum læknaskrivari kanska nakað fyri teg

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eitt lærupláss sum læknaskrivari leyst at søkja til byrjan 15. august ella eftir nærri avtalu.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi starvast áleið 120 fólk , harav 4 læknaskrivarar . Útbúgvingin sum læknaskrivari er ein skrivstovuútbúgving við sergrein. Í lærutíðini lærir tú m.a. at stovna og skriva journalir, skráseting, visitering, at samstarva við læknar og aðrar fakbólkar, innheinta upplýsingar, samskipa innleggingar og virksemið í skurðambulatoriinum og skurðgongini, leggja komandi læknavitjanir til rættis, umframt at samskifta í telefon og telduposti við sjúklingar, avvarandi og stovnar.

Vit ynskja, at tú

· Hevur áhuga í heilsuøkinum

· hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

· ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi

· ert skipað/ur

· Ert álítandi, ágrýtin og hevur hug at læra

· hevur góðan telduførleika

· hevur góðan førleika í føroyskum og donskum

Vit bjóða

· eitt lærupláss við spennandi avbjóðingum

· ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum

· góðar starvsfelagar og gott samanhald

· tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.

Útbúgvingin

Útbúgvingin er ein yrkisútbúgving og skiftir ímillum læru á arbeiðsplássinum og skúlagongd í Danmark.

Útbúgvingarlongd:

2 ár við búskaparbreyt (HH)

2 ár umframt eitt 5 vikur online-skeið við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt

Ynskiligt er, at umsøkjarar hava miðnámsprógv. Fært tú miðnámsprógv í summar og hevur hetta tín áhuga, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður sett frá 15. august 2022 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Evu B. Midjord, læknaskrivari á eva@ssh.fo ella tlf. 343227 ella Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á jonje@ssh.fo ella tlf. 343333.

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2022. Frámerk “Lærupláss læknaskrivari”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða
altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara
www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.