Hiddenfjord søkir eftir alarum til alingina í Vestmanna og Suðuri í Bug

Hiddenfjord søkir eftir alarum til alingina í Vestmanna og Suðuri í Bug

Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvuðsuppgávu at røkja aliøkið, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum.

Handverkslig útbúgving ella royndir við sjómansskapi eru ein fyrimunur.

Alingin í Vestmanna hevur landstøð á Válinum, og alingin Suðuri í Bug hevur landstøð á Oyrargjógv.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:
• at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
• at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og øðrum
• at gera viðlíkahaldsuppgávur bæði á alibrúkinum og á landstøðini

Vit vænta, at tú hevur
• 
áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
• góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið í Vestmanna við at venda sær til Hans Herlon Hansen, aliformann, á telefon 213 238, og Suðuri í Bug við at venda sær til Trónd Johansen, aliformann, á telefon 598 699.

Umsóknarfreistin er 11. mars 2024

Umsókn skal sendast til [email protected]