Kranabilførari til fjølbroyttar uppgávur

Kranabilførari til fjølbroyttar uppgávur

Kranabilførari til fjølbroyttar uppgávur  - HP Jarn

Starv: Kranabilførari (full tíð)

Arbeiðspláss: HP Jarn, Hvalvík

Arbeiðstíðir: Mánadag til fríggjadag, kl. 8-16

Um starvið: HP Jarn, ein leiðandi fyritøka við stáli, armering og útleigan av forskalling, søkir eftir einum dugnaligum og fjølbroyttum kranabilførara. Starvið fevnir umframt um kranabilkoyring og um ymsar aðrar uppgávur í dagliga rakstrinum hjá fyritøkuni.

Høvuðsuppgávur:

      Trygg og effektiv handfaring av kranabili.

      Flutningur av tilfari, so sum stál,  armering og forskallingum til ymisk støð.

      At taka sær av ymsum uppgávum, sum eru knýttar at dagliga rakstrinum.

      At hjálpa til við viðlíkahaldi og smærri umvælingum av útgerð.

Førleikakrøv:

      Tú hevur viðkomandi royndir og góðkenningar/sertifikat til kranabilkoyring.

      Sjálvstøðugur og ábyrgdarfullur.

      Góð samstarvsevni og samskiftisførleikar.

Starvsbyrjan: Skjótast til ber.

Umsókn: Send tína umsókn til [email protected]. Eingin freist er fyri umsóknini, men vit ætla at seta starvið skjótast til ber.

Løn: Sambært avtalu.

Samband: Fyri nærri kunning, set teg í samband við Jakku Guttesen á tlf. 757500 ella við telduposti: [email protected].

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!