Hví arbeiða á Noma, tá tú kanst arbeiða á Nema?

Hví arbeiða á Noma, tá tú kanst arbeiða á Nema?

 Vit leita nevniliga beint nú eftir einum eldhugaðum fólki til at koma at reka kantinuna í Nema í Tórshavn!🧑‍🍳
Helst við starvsbyrjan longu 1. november, so at tey áleið 50 røsku starvsfólkini kunnu fáa mat í búkin. 😄
 
Starvið er 25 tímar um vikuna og snýr seg í høvuðsheitum um at gera miðmála hvønn dag, umframt morgunmat hvønn fríggjadag.

Harafturat fevnir arbeiðið m.a. eisini um innkeyp, uppvask og reingerð av køkinum. 👌
 
So um tú ert ein opin og fyrikomandi persónur, sum heldur hetta ljóða spennandi, so er tað kanska tær, vit bíða eftir! 🤝

Og tað er sjálvandi avgjørt ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan matgerð og at gera matætlanir. 😋
 
So send okkum ein umsókn við telduposti á hrdeild@nema.fo
 
Ella fá nærri kunning á telduposti ella við at ringja til Margit í Dali á tlf. 502059