KBI søkir marknaðarførslufólk

KBI søkir marknaðarførslufólk

Leitar tú eftir einum spennandi starvi innan marknaðarførslu? Ert tú dugnalig/ur at selja ein boðskap, og hevur tú góðar førleikar innan sosialar miðlar? Dugir tú at arbeiða sjálvstøðugt, og samstundis vera nýskapandi og nýhugsandi? So er tað júst tær, ið vit leita eftir í KBI!

Í starvinum skalt tú hjálpa okkum at seta gongd á og viðlíkahalda sosialar miðlar. Útyvir SoMe skalt tú eisini brúka tínar fakligu førleikar til at menna heimasíðuna hjá fyritøkuni. Tú fært stóra ábyrgd av, hvat tilfarið verður, har dentur verður lagdur á lýsing av vørum og tænastum, og eisini uppgávur av ymsum slag. Okkara mál er, at sosialu miðlarnir og heimasíðan skulu kveikja, og skalt tú hjálpa okkum at náa tað málið. Útyvir at vera marknaðarførslufólk, so skalt tú eisini vera við til at skapa økta ferðslu á heimasíðuni, við brúk av SEO, Google Adwords og Google Analytics.

Ábyrgdarøkir

 Víðlíkahald av sosialu miðlunum (Facebook, IG)

 Menning av heimasíðu

 Evna til vørulýsingar og annað til heimasíðuna

 Myndatøku til SoMe og heimasíðu

 Lead-generering gjøgnum content, og umvegis amboðunum Google Adwords og SEO

 Fylgja upp uppá digital marketing performance í Google Analytics

 Menna fyritøkuna umvegis marknaðarførsluátøkum og sambondum.

 Ad hoc-uppgávur – størri og smærri, ið leypandi skulu loysast.

Í tínum arbeiði fært tú stóra ábyrgd, og er tað av týdningi, at tú trívist við tí. Harumframt er tað týdningarmikið, at ert sjálvstøðugur. Starvið inniber eina mongd av ymsum uppgávum, og er møguleikin at seta títt fingramerkið á hesar. Vit leita tí eftir einum, ið kann kveikja við at vera spyrjandi, og støðugt koma við hugskotum og ætlanum.

Førleikar

 Tú ert opin, glaður og ein smílandi persónur

 Tú ert sjálvstøðugur

 Tú hevur evnir innan marknaðarførslu, samskifti og marknaðarførslusambondum

 Tú ert nýskapandi og nýhugsandi

 Tú hevur mót uppá at seta teg inní Google Adwords, SEO og Google Analytics

 Tú trívist við ábyrgd og at arbeiða undir stórum frælsi

 Tú hevur eitt positivt lyndi og tekur avbjóðingar við einum smíli

Vit bjóða

 Ein týdningarmiklan part av einari spennandi vakstrarætlan

 Ein møguleika at læra, og menna tínar førleikar og yrkisleið

 Ein møguleika at læra okkurt nýtt hvønn dag

 Eitt gott og sosialt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum

Umsókn

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, so kanst tú seta teg í samband við Róa Clementsen á telefon +298 230202.

Eisini ert tú vælkomin at senda eina umsókn beinanvegin og í seinasta lagi tann d. 30.september 2021 til jb@kbi.fo. Vit hava leypandi samrøður við viðkomandi umsøkjarar, og starvið verður sett, tá tann rætti viðkomandi er funnin.

KBI hevur viðskiftafólk bæði í Føroyum og um allan heim, og felagið veitir dygdargóðar tænastur til vinnuna, tað almenna og tað privata.

Síðan fyritøkan varð stovnað í 2002 í Klaksvík, hevur felagið ognað sær hollar royndir sum veitari til framleiðsluvirki, sjó- og alivinnu, almennar stovnar og frálandavinnu.

KBI setur viðskiftafólkið fremst, og javnan hava vit góð tilboð. Okkara aðalmál er at veita skjóta og góða tænastu, og vit eru serfrøðingar í at loysa tær heilt truplu uppgávurnar.