Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum

Sjúkrarøktarfrøðingar í fast starv

Frá 01.11.2021, ella eftir nærri avtalu, eru trý størv leyst til setan. Arbeiðstíðin er 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv:
• Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur
• Góð samstarvsevnir
• Royndir frá kir./med. deild er ein fyrimunur

Seingjadeildin er blandað kir.- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum.
Dagkirurgi og viðrakning er á deildini. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Synnøvu Hansen, deildarleiðari telefon 22 38 63 ella teldupost synnova@ks.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 22. septembur 2021