Kokkur til Eystnes

Kokkur til Eystnes

 Kokkur til Eystnes

 

Smyril Line søkir eftir kokki til avloysaratúr við handilsskipinum Eystnes frá 7. oktobur – 4. novembur 2022. Tó er møguleiki er fyri at leingja starvssetanina.

Uppgávur

Tín høvuðsábyrgd verður at gera góðan mat til manningina umborð. Harumframt at keypa proviant, um tað manglar eitthvørt.

Førleikakrøv

·        Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum ella fulla kokkaútbúgving

·        Heilsuprógv og trygdarskeið v. eldsløkking (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)

Umsøkjarar uttan vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum men við fullari kokkaútbúgving kunnu eisini søkja. Tó er eitt krav, at hesir umsøkjarar hava trygdarskeið v. eldsløkking og heilsuprógv, sum gevur atgongd til vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum.

Av persónligum eginleikum leggja vit dent á, at tú ert arbeiðssamur, sjálvstøðugur og hevur góð samstarvsevnir.

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. umvegis starv@smyrilline.fo. Vit lesa umsóknirnar leypandi.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. oktobur 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til HR mennara Hallu Midjord á 235951.

 

UM SMYRIL LINE

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.