Køkshjálp til Betri Banka í Saltangará

Køkshjálp til Betri Banka í Saltangará

Dámar tær at gera góðan og sunnan mat og at veita eina góða tænastu? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Tað arbeiða 25 starvsfólk á deildini hjá Betri Banka í Saltangará, og vit sóknast eftir einum dugnaligum fólki at starvast í køkinum. Trivnaður og arbeiðsgleði hava stóran týdning fyri okkum, og vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi og álítandi.

Arbeiðstíðin er tríggjar tímar um dagin, og hetta kann leggjast til rættis eftir tørvi, tó skal maturin vera klárur kl. 12 hvønn gerandisdag. Arbeiðsuppgávurnar fevna um at keypa inn og at gera og borðreiða miðmála til starvsfólkini.

Lønin er sambært sáttmála millum FAG og avvarðandi felag.

Neyvari upplýsingar fært tú við at venda tær til Kristine Ellingsgaard, leiðari á deildini, á 548118 ella ke@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548224 ella bw@betri.fo

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. desember.  

Starvið verður sett sum skjótast.