Laborantur í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuna

Laborantur í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuna

Vit sóknast eftir starvsfólki til Mikrobiologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Saman við patologisku og kemisku kanningarstovunum, er Mikrobiologiska kanningarstovan partur av einum virknum umhvørvi á Debesartrøð við fleiri enn 20 starvsfólkum.

Arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur, soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum.

Starvsinnihald
•  Mikrobiologisk kanningar av:
- Matvørum
- Vatni og sjógvi
- Fóðri
- Umhvørvi

• Innkoyring av kanningarhættum

• Menning og viðlíkahald av góðskuskipan

• Arbeiði við telduskipanum, so sum LIMS og PCR dátuviðgerð

• Samskifti við viðskiftarar og eftirlitsdeildir

• Annað vanligt arbeiði á kanningarstovu

Krøv til útbúgving og førleikar
Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur. Neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál.

Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við:
• Arbeiði á kanningarstovu
• Góðskustýring – serliga eftir ISO 17025
• Telduskipanum til kanningarstovur og journalskipan

Vit vænta eisini at tú:
• Dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva

Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fast starv, við setan frá 1. november 2021, ella skjótast til ber. Starvið er skipað á Mikrobiologisku kanningarstovuni, men tú fert eisini at samstarva við hinar kanningarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeitt verður fulla tíð. Av og á skal roknast við arbeiði í vikuskiftum.

Lønt verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála og lønartalvu á www.fmr.fo.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 24. september 2021. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Mikrobiologisku kanningarstovuni, tlf. 556490, teldupostur jpf@hfs.fo.

Um Mikrobiologisku kanningarstovuna
Mikrobiologiska kanningarstovan, sum er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, veitir kanningar til eftirlit, vinnulív og gransking. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK (Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni eru 9 starvsfólk.