Læknaskrivari til Suðuroyar Sjúkrahús

Læknaskrivari til Suðuroyar Sjúkrahús

Eitt fast starv sum læknaskrivari er leyst til setan frá 1. juni 2022. Arbeiðstíðin er 0,5.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um skriving, visitering, samskifti við sjúklingar og avvarandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av virkseminum í skurðambulatoriinum og skurðgongini.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Outlook og Office.

Førleikakrøv

Útbúgvin læknaskrivari ella sambæriliga útbúgving

• Hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika

• Góðan telduførleika.

• Hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

• er tænastusinnaður

Vit kunnu bjóða

• Góðar starvsfelagar og gott samanhald

• eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum

• Tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.

Setanartreytir

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til læknaskrivara Evu Bech Midjord á tlf. 34 33 00.

Umsóknir

Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús

Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri

Postsmoga 51

810 Tvøroyri

ella til ssh@ssh.fo

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. mai 2022.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara
www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.