Lærarastarv á Vinnuháskúlanum – Trygdardepilinum við Áir

Lærarastarv á Vinnuháskúlanum – Trygdardepilinum við Áir

Søkt verður eftir lærara til Trygdardepilin við Áir at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki undirvísa í brunaverju, eldsløkking og roykkaving undirvísa á trygdar, bátaførara- og FRB skeiðum til- og avriggan í sambandi við skeið viðlíkahald av sløkki- og aðrari bjargingarútgerð

Skeiðsluttakarar
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking og trygd v.m. á Trygdardeplinum, eru í høvuðsheitinum: sjófólk,
sløkkiliðsfólk og starvsfólk á virkjum og stovnum.

Vit leggja dent á at lærararnir:
duga væl at samstarva og samskifta hava áhuga í at læra frá sær hava ein jaligan hugburð mótvegis skeiðsluttakarum og starvsfeløgum stremba eftir at fáa bestu úrslitini áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
hava góðar KT førleikar

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, skipsførari ella tilsvarandi útbúgving, ið kann
javnmetast og hava minst 2-ára starvsroyndir sum yvirmaður umborð á skipi ella líknandi.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistaralærarar ella sjómansskúlalærarar í Føroyum. Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Róa H. Rasmussen, deildarleiðara, á
teldupostadressu roi@vh.fo telefon 229942 ella Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu
simun@vh.fo telefon 517220

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Lærari til
Trygdardepilin”. Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 19. august 2022

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.

Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi.

Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla, trygdardepil og skeiðsdeild. Føroyingar
hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í
Føroyum. í skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og
fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo