Lærlingur til handlar okkara

Lærlingur til handlar okkara

Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastuhugaðum handilslærlingi til handlar okkara í SMS og Saltangará.

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:
•    Søla av telefonum
•    Søla og ráðgeving í samband við fartelefon og breiðbandshald
•    Møgulig ábyrgdarøkir, so sum innkeyp, goymsla e.a.
•    Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta at tú:
•    Brennur fyri sølu
•    Hevur áhuga fyri fartelefonum og tøkni annars
•    Dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt
•    Ert fleksibul og klárar at arbeiða skiftandi tíðir
•    Ert ágrýtin og hevur eitt væl skipað arbeiðslag
•    Hevur koyrikort
•    Hevur FHS ella HH

Vit bjóða:
•    Eitt spennandi arbeiðspláss í rúkandi menning
•    Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur
•    Skipaða upplæring
•    Starvsfólka ágóðar

Løn og setanartreytir:
Talan er um eitt lærupláss, ið verður lønt sambært lærusáttmálanum.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Sigurð J. Simonsen á telefon 50 20 47 ella á sjs@hey.fo. Umsókn við próvskjølum skal sendast okkum í seinasta lagið sunnudagin 15. september.