
Landshandilin søkir lastbilførara/goymslufólk
Landshandilin sóknast eftir einum lastbilførara at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um fulltíðarstarv.
Landshandilin er ein landsdekkandi heilsøla, ið serliga fæst við sølu og marknaðarføring av keks, góðgæti og drekkivørum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um
· Útkoyring av vørum
· Goymslu arbeiði
· Vørumóttøka
· Avgreiða ordrar
Vit vænta av tær
· Tú hevur koyrikort til lastbil
· Tú hevur góðar førleikar at arbeiða sjálvstøðugt
· Tú ert ein jaligur viðleikari á starvsplássinum, sum er lættur at samstarva við
· Tú ert røkin
· Tú gongur høgt uppí at veita bestu tænastu til kundar okkara
Royndir innan økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Starvs- og lønarviðurskiftir
Løn sambært avtalu.
Umsókn og freist
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingvard Vang, heilsøluleiðara, á tlf 22 13 85 ella á ingvard@landshandilin.fo
Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til ingvard@landshandilin.fo , og vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktober 2021.