Leiðari til Visit Norðoy

Leiðari til Visit Norðoy

Ynskir tú at arbeiða innan eitt øki í støðugum vøkstri ?
Ynskir tú at hava ávirkan og standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum ?
Ynskir tú eitt arbeiði við spennandi og avbjóðandi uppgávum ?

Visit Norðoy leitar eftir leiðara!
Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum. Viðkomandi er álitisvekjandi, hevur hug at ganga á odda og kann vísa á royndir við leiðslu, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt starv, har uppgávurnar m.a. eru:
• at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum
• at menna felags ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar
• at marknaðarføra Norðoyggjar sum ferðavinnumál
• at røkja og menna samstørv við kommunur, vinnurekandi og borgarar í Norðoyggjum
• at samskipa tiltøk, útferðir o.a.
• at samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar
• at arbeiða við nýhugsan og nýskapan

Tín vangamynd:
• tú hevur viðkomandi útbúgving
• tú hevur gott innlit í viðurskifti innan ferðavinnu
• tú hevur góð samskiftisevnir og leiðsluførleikar
• tú hevur gott innlit í fíggjarlig viðurskifti
• tú ert nýhugsin og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi
• tú hevur góðar telduførleikar
• tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og ensku

Tað er ein fyrmunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

Setanarviðurskifti:
Umsókn, sum skal merkjast Leiðari til Visit Norðoy, kann sendast saman við CV og avrit av prógvum og møguligum viðmælum, til teldupost input@input.fo í seinasta lagi 15. februar 2023.

Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Símun Gullaksen, nevndarformann á telefon 217055.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Visit Norðoy:
Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar og um virksemi í Norðoyggjum. Visit Norðoy kunnar føroysk og útlendsk ferðandi í Norðoyggjum. Visit Norðoy heldur til í Biskupstorginum í Klaksvík.