Maskinmaður til Sp/F TAVAN

Maskinmaður til Sp/F TAVAN

Søkt verður eftir einum maskinmanni at byrja skjótast tilber. Arbeiðsuppgávurnar eru:
• Daglig røkt av flakamaskinum
• Daglig røkt av frystartíi og frystiutgerð
• Daglig røkt av útgerðum og amboðum, ið hoyra til eitt fiskavirki
• Fyrifallandi arbeiðir

Roknast má við, at arbeiða í skiftisvaktum partar av árinum.

Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi. Lønin verður ásett eftir avtalu við leiðsluna.

Umsókn við viðkomandi skjølum, skal sendast til:
jan@tavan.fo
ella
Sp/F Tavan Bryggjan 10 520 Leirvík

Freistin at søkja er fríggjadagin 12. august 2022.

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til maskinmeistaran, Jan Ljósá, á telefon +298 789955