Námsfrøðingar/hjálparfólk til Sóljuhjarta

Námsfrøðingar/hjálparfólk til Sóljuhjarta

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta at byrja mándagin 14. aug. 23 ella eftir nærri avtalu. Vit søkja eftir fólki til útibarngarð, barnagarð og vøggustovu. Eisini søkja vit eftir avloysarum, sum vit kunnu boðsenda eftir tørvi.

Í Sóljuhjartanum starvast, um 35 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur - 80 børn, 2 vøggustovur í skúlanum - 26 børn og ein útibarngarð í missiónshúsinum í Æðuvík - 14 børn (aldur 5-6 ár).

Til Æðuvíkar søkja vit eftir einum námsfrøðingi. Starvið er fyribils í eitt ár. Treyt er at umsøkjari, skal hava áhugað í náttúruni, sum er spæli/lærustað hjá børnunum og dáma væl at verða úti í øllum veðrið.

Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar 2023, eru eisini vælkomir at søkja.

Vit vænta av tær, at tú:
• hevur umsorgan fyri børnum
• er íðin, nærløgd/nærlagdur og álítandi
• dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
• er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
• sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av henni í arbeiðinum

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu, at fáa vil vega barnaváttan, tá umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Káru Løkin, leiðara, á tlf.297171

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til [email protected] innan 31. Mai 2023