Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir móttøku- og skrivstovufólki

Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir móttøku- og skrivstovufólki

Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir móttøku- og skrivstovufólki

Tú ert tann fyrsta/i, kundar og gestir hitta, tá teir ringja, skriva ella koma í Norðurlandahúsið.

Tú hevur gott yvirlit, ert blíð/ur og fyrikomandi. Tú megnar væl at handfara nógvar ymiskar uppgávur og menniskju í arbeiðsdegnum. Tú dugir væl at laga teg til ymsar umstøður, ert ágrýtin og megnar at arbeiða undir trýsti.

Arbeiðsuppgávur:

·        Vanligt móttøkuarbeiði so sum kundatænasta, at svara telduposti og telefon, selja atgongumerki og handilsvøru, samskifta við gestir og samstarvsfelagar og dagføra ymsar kunningarpallar.

·        Skrivstovuarbeiði so sum at umseta tekstir til føroyskt, fyrireika og leiða fundir, umframt annað fyrifallandi.

Førleikar:

·        Viðkomandi útbúgving og/ella royndir

·        Góðir KT-førleikar

·        Góður málkunnleiki. Tú tosar og skrivar føroyskt og eitt skandinaviskt mál á høgum støði og dugir enskt í skrift og talu.

 Vit vænta, at tú ert:

·        Sjálvstøðug/ur

·        Tænastusinnað/ur

·        Fleksibul

 

Tú hevur góðan røkiskap.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins, góð tænasta hevur hægstu raðfesting, og vit stremba eftir at mennast bæði sum starvsfólk og sum stovnur.

Lønar- og setanarviðurskifti:
Løn og setan eru sambært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið umframt ásetingar fyri stovnar undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Starvið verður lønt eftir 4. lønarflokki.

Starvið er tíðaravmarkað við fýra ára sáttmálaskeiði, sum kann leingjast í mesta lagi fýra ár afturat. Vit stremba eftir at hava javnt kynsbýti.

Tann, sum verður settur, fær neyðuga upplæring.

Talan er um fulltíðarstarv og roknast skal við kvøldar- og vikuskiftisarbeiði eftir vaktarætlan.

Vit ynskja, at tann, ið verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.

Við umsóknini skulu vera umsóknarskriv og lívsrensl (CV). Hesi kunnu vera á føroyskum ella skandinaviskum. 

Umsóknarfreistin er 21. februar 2024.
Vit taka einans ímóti umsóknum umvegis umsóknarportalin hjá Norðurlendska Ráharraráðnum.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, við at skriva til  [email protected] ella við at ringja til móttøkuna á tlf. 351351.

Um Norðurlandahúsið í Føroyum
Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er mentanarstovnur í Tórshavn. Vit eru eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi. Vit eru eitt av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum til at útinna politisku raðfestingarnar hjá norðurlendska mentanarstamstarvinum. Norðurlandahúsið í Føroyum er avgreiðsludeild hjá Norðurlandaráðnum fyri Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í Norðurlandahúsinum arbeiða 15 fólk. Norðurlandahúsið hevur altjóða umhvørvisgóðkenningina Green Key og er viðurkent av Horesta sum 5-stjørnað ráðstevnu- og fundarstað.

www.nlh.fo