Radiografur til Suðuroyar Sjúkrahús

Radiografur til Suðuroyar Sjúkrahús

Radiografur til Suðuroyar Sjúkrahús

Eitt starv sum radiografur er leyst til setan frá 16. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt.

Sum radiografur á Suðuroyar Sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum.

Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum. Ein rotatiónsskipan við annað sjúkrahús verður ein partur av starvinum.

Vit vænta at umsøkjarar:

·       seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti

·       eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir

·       hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt

·       eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum

·       hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum

·       hava dagførda vitan og royndir innan konventionel røntgen og CT-skanning

·       hava danska autorisatión.

 

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • skipaða førleikamenning
  • ávirkan á menningina av røntgendeildini.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið.

Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Agnete Vestergaard, deildarleiðara agnete@ssh.fo tlf. 34 33 00.

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 30. novembur 2022.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.