Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir:

- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
• KT-førleika á brúkarastøði
• Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum sjúkrarøktarfrøðingur verður at seta 1. mars 2023 ella sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til jonad@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 2. februar 2023.