Røktarstarvsfólk til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Røktarstarvsfólk til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Talan er um:
• Fast starv á starvsbrøki 0,7. Starvið er í náttarvakt og starvast verður 2. hvørt vikuskifti.
• Fast starv á starvsbrøki 0,7. Starvið er í kvøldvakt og starvast verður 2. hvørt vikuskifti.

Bæði størvini verða at seta 1. januar 2023 ella skjótast tilber.

Ynskiligt er at tú hevur útbúgving, sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Tú ert eisini vælkomin at søkja um tú hevur starvsroyndir innan eldraøkið ella vilt royna teg innan eldraøkið.

Dentur verður lagdur á at tú hevur:
• 
Útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari
• Útbúgving sum heilsuhjálpari
• Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi stuðul og hjálp
• Førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
• Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
• KT førleika á brúkarastøði
• Jaligan hugburð
• Góð samstarvsevnir

Vit bjóða tær:
• 
Eitt spennandi arbeiðspláss
• Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• Góða innleiðslu
• Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• Gott tvørfakligt samstarv

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF/fíggjarmálaráðið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara, tlf 290205 og teldupost randarsolk@rodin.fo

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: rodin@rodin.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 14. desember 2022.