Røktarstarvsfólk til Roðan

Røktarstarvsfólk til Roðan

Heimatænastan í Roðanum søkir eftir tveimum røktarstarvsfólkum til heimahjálparabólkin.

Talan er um tvey størv á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Vit eru tó opin fyri at gera tillagingar í starvsbrøkinum, um ynski er um tað. Annað starvið er farloyvisstarv frá 1. januar 2024 til 1. januar 2025.
Arbeitt verður í skiftandi dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Størvini eru til setan frá 1. januar 2024 ella sum skjótast.

Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari og praktiskari hjálp, umsorgan, røkt og stuðli við endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnaði borgarans. Málið er at viðlíkahalda førleikar og endurmenna mistan førleika, - og soleiðis stimbra møguleika hins einstaka at klára seg í egnum heimi.

Førleikar
• Útbúgving sum heilsurøktari
• Útbúgving sum heilsuhjálpari
• Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða sjálvstøðugt í tvørfakligum toymi í menning
• Jaligan hugburð
• KT-førleika á brúkarastøði
• Koyrikort

Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

Vit bjóða tær
• Góða upplæring
• Spennandi og mennandi gerandisdag
• Ávirkan á menningina av tænastum
• Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• Møguleika at seta tín dám á

Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til [email protected]

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected].
Viðmerkjast skal: ”røktarstarvsfólk til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 6. desember 2023.