
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og einum heilsurøktara til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini:
Sjúkrarøktarfrøðingar:
·
Eitt
starv við arbeiðstíð á 0,7 í øllum vaktum til setan skjótast møguligt til 29.
februar 2024
·
Eitt
starv við arbeiðstíð á 0,7 í øllum vaktum til setan skjótast møguligt til 26.
mars 2024
Heilsurøktari:
·
Eitt starv við arbeiðstíð á 0,7 í dag- og kvøldvaktum í tíðini 1. oktobur
2023 til 30. septembur 2024.
Vit vænta at umsøkjarar:
·
seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
·
hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari
menning og førleikum
·
hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða
sjálvstøðugt
·
kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
·
hava prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
·
hava telduførleika – vit nýta Cosmic.
Vit kunnu bjóða:
·
ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
·
arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
·
mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er
eins
·
skipaða innleiðslu.
Ert tú ikki búsitandi í
Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.
Setanartreytir:
Løn-
og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar/ Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um
starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00.
Umsókn við CV skal sendast
til [email protected] í seinasta lagi 20. septembur 2023.
Sjúkrahúsverkið fevnir um
tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar
sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið
fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum
samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit
virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at
veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt
fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass,
sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út
við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ssh.fo
kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni
”Sjúkrahúsið”.