Sjúkrarøktarfrøðingur til kommunulæknaviðtalu

Sjúkrarøktarfrøðingur til kommunulæknaviðtalu

Søkt verður eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum sjúkrarøktarfrøðingi til kommunulæknaviðtalu í Hoyvík at byrja 1. mai 2023.


Viðtalan hevur um 1.600 sjúklingar og virkar í nýggjum hølum í Kirkjustræti. Til dagligt starvast ein kommunulækni, ein hjálparlækni og tveir sjúkrarøktarfrøðingar í viðtaluni, og í læknahúsinum eru tilsamans 5 viðtalur við 5 læknum, fleiri hjálparlæknum og 10 sjúkrarøktarfrøðingum, ið gevur eitt breitt fakligt og gott sosialt umhvørvi. Í okkara viðtalu leggja vit stóran dent á eitt høgt fakligt støði og áhaldandi menning. Trivnaður og arbeiðsgleði í gerandisdegnum er sera týdningarmikið, og tú hevur møguleika at hava stóra ávirkan á títt arbeiði og tín arbeiðsdag. Eisini er góður møguleiki fyri fakligari menning við goldnum skeiðsvirksemi.

 

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum er m.a.:

  • Visitatión, bæði umvegis telefon og heimasíðu
  • Sjálvstøðugar viðtalur so sum kronikarakontrol, barnakanningar, koppsetingar og tílíkt
  • Ymiskar kanningar so sum EKG, spirometri, CRP og urinstix
  • Móttøku- og skrivarauppgávur, uppgávur ísv. rakstur av viðtaluni og fyrifallandi uppgávur í samráð við kommunulæknan

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til [email protected]. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um teg
Títt arbeiðslag er myndað av høgari fakligheit og tænastustøði. Tú trívist við fleiri bóltum í luftini í senn, ert proaktiv/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú er løggildigur sjúkrarøktarfrøðingur við minst 5 ára royndum. Royndir frá kommunulæknaviðtalu er ein fyrimunur.

Grundleggjandi telduførleikar er ein treyt, og royndir við Cosmic er ein fyrimunur.

Upplæring verður eftir tørvi.

 

Lønar- og setanartreytir
Starvsbrøk 0.6 (við møguleika fyri hægri brøki seinni)


Umsókn
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Bjarna Wardum, kommunulækna, á tlf.: 264 266 ella á teldupost [email protected].

 

Seinasta freist at søkja er 20. mars 2023.