Skrivstovuleiðari til Maskinmeistarafelagið

Skrivstovuleiðari til Maskinmeistarafelagið

Søkt verður eftir skrivstovuleiðari til Maskinmeistarafelagið.
Starvið umfatar m.a.:

• roknskaparhald
• skrivarauppgávur
• málsviðgerð
• samskifti

Starvið er fjølbroytt, ábyrgdarfult og sjálvstøðugt og møguleiki er fyri at seta egnan dám á.

Umsøkjarar mugu hava viðkomandi útbúgving, royndir og førleikar innan fyrisiting og samskifti.

Talan er um fulltíðarstarv og byrjast skal skjótast gjørligt.

Lønar- og setanartreytir verða avtalaðar samsvarandi fakligum førleikum og starvsroyndum.

Umsókn skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi tann 20. mars 2023.

Umsókn skal sendast til:

Maskinmeistarafelagið
Postboks 3238
100 Tórshavn

Til ber eisini at senda umsókn sum teldupost á adressuna [email protected]

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sjúrð Heinesen,
skrivstovuleiðara, tlf 214718.

Maskinmeistarafelagið