Smiðjan hjá Hiddenfjord á Fútakletti søkir eftir dugnaligum smiðum

Smiðjan hjá Hiddenfjord á Fútakletti søkir eftir dugnaligum smiðum

Í sambandi við økt virksemi á smoltstøðini hava vit brúk fyri tveimum smiðum til okkara væl útgjørdu smiðju á Fútakletti.

Saman við smiðjuformanninum og teknisku deild skulu tit loysa alskyns uppgávur í sambandi við nýgerð, viðlíkahald og umvælingar á smoltstøðini.

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum maskinsmiður, rørsmiður, kleinsmiður, ella hevur líknandi royndir, og at tú:
• Ert røkin og álítandi
• Ert arbeiðssom/-samur
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Dámar at loysa uppgávur

Tú fært ávirkan á tín arbeiðsdag, m.a. við at finna loysnir upp á ymsar avbjóðingar.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 til 16.

Møguleiki at koma við í vaktarskipanina.

Hjá Hiddenfjord ganga við høgt upp í, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:
• Góð og skipað arbeiðsviðurskifti.
• Nútímans amboð og útgerð.
• Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum.
• Persónliga og fakliga førleikamenning.
• Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Petur Reinert, smiðjuformann, á 221257. [email protected] ella Kristoffur Svabo, tekniskan leiðara, á 225207. [email protected].

Umsóknir skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 11. mars 2024.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk.

Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild.

Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, harav 12 fólk á teknisku deild.

Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.