SØLULEIÐARI TIL WAAG.

SØLULEIÐARI TIL WAAG.

 Vit søkja eftir søluleiðara til bilasøluna. Starvið verður lønt sambært avtalu.

Sum søluleiðari fært tú ábyrgdina av tí dagliga rakstrinum av søludeildini hjá WAAG. Tú sleppur at menna og betra um arbeiðsuppgávur og mannagongdir á søludeildini, so at vit framhaldandi megna at veita kundunum ta góðu tænastuna, sum krevst av okkum.

Planlegging og samskifti við starvsfelagar, veitarar, kundar o.o. eru týðandi partar av arbeiðsuppgávuni. 

Vit krevja onga ávísa útbúgving, men tú mást hava teldukunnleika á brúkarastigi.

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, røknum, nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfelaga. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at taka avgerðir og hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Waag, stjóra, á tel. 214784 ella pauli@waagbilar.fo.

Umsókn skal sendast til pauli@waagbilar.fo í seinasta lagi 30. juni 2021.


Allar umsóknir sum veða sendar okkum verður viðgjørd í trúnaði.