Sosialráðgevar til Barnaverndartænastuna í VEKS

Sosialráðgevar til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir 2 sosialráðgevum til Barnaverndartænastuna at byrja 2. januar 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv.

Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina.

Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.

Vit ynskja, at tú hevur
• 
útbúgving sum sosialráðgevi
• góð samstarvsevni
• royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
• góðan førleika at orða teg bæði munnliga og skrivliga á føroyskum
• KT-førleika á brúkarastøði
• evni at arbeiða tvørfakliga.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.

Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. november 2022, og skal sendast til:

beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.
Ella til:
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.