Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS - Barnsburðarfarloyvi

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS - Barnsburðarfarloyvi

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í tíðarskeiðinum 1. september 2024 – 31. august 2025. Talan er um fulltíðarstarv.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina.

Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.

Vit ynskja, at tú hevur

  • útbúgving sum sosialráðgevi
  • góð samstarvsevni
  • royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
  • gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.

Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.07.2024, og skal sendast til:

[email protected] - viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”,
ella til:
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
FO - 400 Oyrarbakki

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.