Starv í Tilbúgvingarstovuni

Starv í Tilbúgvingarstovuni

Søkt verður eftir fólki til undirvísing í fyrstuhjálp og annað.

Talan er í fyrstu syftu um hálvtíðarstarv, sum verður skipað í flextíð.

Tað er ein fyrimunur at tann ið settur verður hevur heilsufakliga bakgrund, og hevur telduførleika á brúkarastøði.

Tilbúgvingarstovan kann bjóða eitt fjølbroytt og mennandi starv, har gerandisdagurin hevur við sær samband við mong spennandi menniskju.

Fyri rætta umsøkjaran kann talan verða um at útbúgva viðkomandi til instruktør í Danmark.

Løn og setanartreytir eftir avtalu.

Umsóknir skulu sendast til [email protected]
Umsóknarfreistin er 1. august 2024.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Helga Justinussen á tlf. 235802 ella á [email protected]


Um Tilbúgvingarstovuna:
Tilbúgvingarstovan varð stovnað í 2003. Kjarnuvirksemi okkara er fyrstuhjálparfrálæra, heilsutilbúgving og arbeiðsumhvørvistrygd. Eisini veita vit frálæru í sálarligari fyrstuhjálp og sálarligum arbeiðsumhvørvi. Søla og viðlíkahald av hjartastartarum er somuleiðis ein partur av virksemi okkara.

Sí annars Tbs.fo