Starv sum lærari/húsavørður

Starv sum lærari/húsavørður

SETANARVIÐURSKIFTI:
Eitt fast fulltíðarstarv verður sett á Vinnuháskúlanum frá 1. okt. 2021 ella eftir avtalu.

STARVIÐ:
Hálva tíð undirvísing á maskinverkstaðnum undir Krákugjógv og hálva tíð viðlíkahald av bygningum, maskinútbúnaði og aðrari útgerð á Vinnuháskúlanum.

NÆMINGAR:
Tey, ið fáa upplæring á maskinverkstaðnum undir Krákugjógv, eru í høvuðsheitinum maskinaspirantar og maskinmeistara- maskinistnæmingar í ávísum maskinlærugreinum

FØRLEIKAKRØV:
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum maskinmeistari ella maskinist, ella aðra útbúgving, sum kann javnmetast. Neyðugt er, at viðkomandi hevur royndir at arbeiða við teldu. Tann, ið sett/-ur verður, skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og før/-ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Undirvísingarparturin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelagið Maskinmeistaralærarar og viðlíkahaldsparturin við avvarðandi fakfelag. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn.

UMSÓKNIR:
Umsóknir skulu sendast til: starv@vh.fo ella ”Vinnuháskúlin, Nóatún 2, FO 100 Tórshavn”.

UMSÓKNARFREIST:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera Vinnuháskúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. sept. 2021.

NÆRRI UPPLÝSINGAR:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til: Karl Gregersen, undirvísingarleiðara, á telefon 787016 ella Símun Poulsen, stjóra, á telefon 517220.

Nóatún 2. FO-100 Tórshavn. Tel 350 250. Faks 350 251. www.vh.fo