Starv sum reingerðarfólk

Starv sum reingerðarfólk

SETANARVIÐURSKIFTI:
Eitt fast partstíðarstarv sum reingerðarfólk verður sett á Vinnuháskúlanum frá 1. okt. 2021 ella eftir avtalu.

STARVIÐ:
Talan er um partstíðarstarv og setanarbrøkurin er í løtuni 0,44. Reingerðarbeiðið er forskotnað tíð eftir skúlatíð á Vinnuháskúlanum.

FØRLEIKAKRØV:
Neyðugt er, at viðkomandi hevur royndir við reingerðarbeiði og er røkin. Tann, ið sett/-ur verður, skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og før/-ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn.

UMSÓKNIR:
Umsóknir skulu sendes til: starv@vh.fo ella ”Vinnuháskúlin, Nóatún 2, FO 100 Tórshavn”.

UMSÓKNARFREIST:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera Vinnuháskúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. sept. 2021.

NÆRRI UPPLÝSINGAR:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til: Eyðfinn Lamhauge, fíggjarleiðara, á telefon 515528 ella Símun Poulsen, stjóra, á telefon 517220.

Nóatún 2. FO-100 Tórshavn. Tel 350 250. Faks 350 251. www.vh.fo