Starvsfólk til bókhald hjá Faroe Origin

Starvsfólk til bókhald hjá Faroe Origin

Søkt verður eftir fólki til bókhaldið hjá Faroe Origin í Saltangará. 

Um starvið:

Starvsfólki kemur at arbeiða við tí dagliga bókhaldinum saman við einum øðrum starvsfólki. Skipanirnar, sum verða nýttar, eru Business Central (Navision), Innova og Nema Tíð/Løn.

Talan er um fulltíðarstarv og vanliga arbeiðstíðin er frá kl. 8 til kl. 16.

Førleikakrøv:

Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Telduførleikar á rímuliga høgum støði. Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Royndir eru ein fyrimunur og/ella viðkomandi útbúgving

Vit bjóða:

Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku.

Starvið er eitt barnsburðafarloyvisstarv í fyribils 1 ár, tó er møguleiki at halda fram í bókhaldinum eftir hetta.

Løn eftir nærri avtalu.

Vilt tú vita meira?

Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula, stjóra, á tlf 550650.

Umsóknir skulu sendast til [email protected] . Freistin at senda umsøkn er 19/7-24 kl 16.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.