Starvsfólk til klædnahandilin Tignir

Starvsfólk til klædnahandilin Tignir

Ert tú tænastusinnaður og hevur tú royndir innan sølu? So hevur Tignir møguliga starvið til tín!

Tignir er ein mannfólkaklædnahandil, sum selur merkir so sum OLYMP, MEYER, DIGEL og Stenstrøms. Vit stremba eftir at vera ein stílfullur handil við hágóðskuklæðum og tænastu í hásæti.

Vit vænta at tú:
• hevur royndir innan sølu
• ert ágrýtin og ikki er bangin fyri einari avbjóðing
• ert framlig/ur í práti
• hugsar tænastu í øllum tú gert
• gongur høgt uppí stíl
• ert gjøllig/ur

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, send okkum so eina umsókn við CV á tignir@tignir.fo.

Løn er sambært avtalu, og starvið verður sett sum skjótast. Freistin at søkja er 1. november 2021.