Starvsfólk til Kvinnuhúsið

Starvsfólk til Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið søkir eftir starvsfólki við námsfrøðiligari ella sosialfakligari útbúgving til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum fyrikomandi og álitisvekjandi persóni, sum brennir fyri at gera mun hjá menniskjum, ið hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, eins og børnum teirra.

Vit bjóða eitt starv, á einum arbeiðsplássi í menning - í einum starvsfólkabólki, har dentur verður lagdur á trivnað, fakliga og persónliga menning.

Í Kvinnuhúsinum er ein Kreppumiðstøð og ein Ráðgeving. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur, sum eru útsettar fyri harðskapi, og børn teirra gista í avmarkaða tíð. Í Ráðgevingini kunnu harðskapsrakt í parlagi og nærsambondum ella avvarðandi fáa ráð og vegleiðing. Tey kunnu fáa psykoedukatión/undirvísing um harðskap, avleiðingar av harðskapi, harðskapsdynamikkum og/ella tilboð um sjálvhjálparbólk.

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur, og evni til at leggja fakliga og praktiska arbeiðið á Kreppumiðstøðini og í Ráðgevingini til rættis. Tað er umráðandi, at tú við viðurkennandi atburði fært harðskapsrakt og børn teirra at kenna seg vird og tikin í álvara.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og umfata alt frá praktiskum arbeiði til at greina ofta samansettar trupulleikar. Tað er neyðugt, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og í tvørfakligum samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar. Eisini er umráðandi, at tú tolir broytingar í arbeiðnum.

Arbeiðsuppgávur á Kreppumiðstøðini:
• 
At veita umsorgan og styðja kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi
• Við viðurkennandi atburði at fáa tær at kenna seg virdar og tiknar í álvara
• At veita stuðul og hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, sum gista á Kreppumiðstøðini
• At virka fyri, at børn fáa stuðul og umsorgan, og góðar upplivingar, tá tey gista á Kreppumiðstøðini
• At hava samrøður og samveru við børn og mammu teirra, tá tey gista í Kreppumiðstøðini
• At samskifta og samstarva við viðkomandi stovnar, skúlar og myndugleikar
• Praktiskt og fyrifallandi arbeiði á Kreppumiðstøðini

Arbeiðsuppgávur í Ráðgevingini:
• 
At veita ráðgeving og vegleiðing um sosial- og onnur rættindi
• At veita psykoedukatión um harðskap, avleiðingar av harðskapi, harðskapsdynamikkum o.s.fr.
• At gera greiningar av ofta samansettum trupulleikum
• At samskifta og samstarva við viðkomandi stovnar og myndugleikar
• At hava einstaklinga- og bólkasamrøður
• At hava sjálvhjálparbólkar
• At luttaka í kunnandi virksemi, miðlan og undirvísing innan harðskap
• At íverkseta nýggj tiltøk

Førleikar:
• 
Tú hevur innlit í hjálpar- og stuðulsmøguleikar, ið finnast í samfelagnum
• Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevni
• Tú ert viðurkennandi og megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum
• Tú ert tolin og dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og myndugleikar - í skrift og talu
• Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
• Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu
• Tú hevur Kt-førleikar á brúkarastøði

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er 30 tímar (brøk 0,75) við setan frá 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu. Í høvuðsheitum verður arbeitt yrkadagar. Løn sambært avvarandi yrkisfelag. Krav er um barnaváttan.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send: starvkvinnuhusid@gmail.com
Umsóknarfreistin er mikukvøldið 1. februar 2023 kl. 23:59.
Setanarsamrøður verða í viku 6.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum
tlf. 28 72 00. Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo