Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum starvsfólki til barsilsfarloyvisstarv á Tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum 15.03.2024 til 20.03.2025.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 20 starvsfólk eru knýtt at deildini, harav 14 í reingerðingini.

Um starvið

Starvið er tímalønt starv á 35 tímar um vikuna á skurðdeildini. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.00 mánadag til fríggjadag. Tó kann arbeiði uttanfyri hesar tíðir koma fyri.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð og at røkja goymslurnar á deildini.

Vit vænta at tú

· ert røkin

· kanst arbeiða sjálvstøðugt

· ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur

· royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

· eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfeløgum

· ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi

· skipaða innleiðslu og upplæring.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Schrøter, leiðara á tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost [email protected] .

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 15.02.2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.