Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík

Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík

Umlættingarheimið Dáin ein samdøgurstovnur, umframt eitt frítíðartilboð til børn í skúlaaldri. Frítíðartilboði er opið mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00 til 17.00.

Í Dáan koma børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Arbeitt verður gerandisdagar og í vikuskiftum, dag-, kvøld - og náttarvakt.

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingi at arbeiða 25 tímar um vikuna í frítíðartilboðnum , at byrja 4. September ella eftir nærri avtalu . Møguleiki er at fáa fleiri tímar.
  • Avloysara annars, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgáva:

Starvsfólkini skulu virka fyri at borgarnir fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag .

Vit taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og r umsorgan, er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.

Vit skulu skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti .

Vit vegleiða og stuðla borgar a num í vanligum dagligum virki og taka atlit til hvat borgarin megnar .

Førleikar

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving.

Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

Væntanir

Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Harumframt verður vænta at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, og hava vanligan KT- førleika.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setunar - og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 24.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost [email protected] og verða okkum í hendi í seinasta lagið týsdagin 29. aug. 2023.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 297751, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.

Umlættingarheimið Dáin

Mýrivegur 11

FO-700 Klaksvík