Stjóri til Gjáargarð

Stjóri til Gjáargarð

Kundi tú hugsa tær at staðið á odda fyri framhaldandi menningini av Gjáargarði?

Ert tú ein góður leiðari, tænastusinnað/-ur og dámar væl, at har hendir nakað? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Uppgávur
Tínar uppgávur verða:
- At mynda Gjáargarð
- Tryggja ein skynsaman rakstur
- Vera ein góð/-ur vertur/vertinna og tryggja gestunum góða tænastu
- Leiða og menna starvsfólkini
- Umframt aðrar uppgávur

Um teg
Tú hevur viðkomandi royndir úr vinnuni, og gongur á odda í arbeiðinum at fáa gestirnar at kenna seg væl. Tú hevur góðar leiðsluroyndir, ert fyrikomandi, útvendur og dugir væl at leiða og samstarva við starvsfólk, gestir, veitarar og nevnd. Tú ert ágrýtin og trívist væl í einum dynamiskum umhvørvi.

Tú hevur evstu fíggjarligu ábyrgdina og gongur fremst at náa strategiskum málum.

Vit kunnu bjóða
Eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv við fakligum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir verða gjørdar eftir avtalu.
Starvsstaðurin er á Gjáargarði við Gjógv.

Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum, skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 14. februar 2024. Skriva "Stjóri til Gjáargarð" í yvirskriftina.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Arnbjørn Egholm, nevndarformann, á [email protected] ella á tlf. 509230.

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 8 og 9.

Um okkum:
Langt burtur frá dagliga sjagginum, umgirdur av vøkru náttúruni, liggur Gjáargarður – eitt tað hugnaligasta gistingarhúsið í Føroyum. Vit taka ímóti gestum úr øllum heiminum, her verða hildin skeið og fyrilestrar, og vit skipa eisini fyri ymsum tiltøkum.