Stjóri til Tjóðpall Føroya
Stjóri til Tjóðpall Føroya
Hevur tú førleikarnar og áræðið til at leiða og standa á odda fyri Tjóðpalli Føroya? Ert tú framskygd/ur og brennur fyri at menna og fremja føroysku yrkisleiklistina og annars dygdargóða leiklist? So er tað kanska tær, vit leita eftir!
Tjóðpallur Føroya er almenna leikhús føroyinga, sum skal geva borgarunum í landinum eitt fjølbroytt og dygdargott úrval av sjónleiki eins væl og aðrari palllist. Á Tjóðpallinum verða føroysk verk, umframt klassisk og nútímans altjóða verk, framleidd og framførd.
Uppgávurnar hjá stjóranum
Stjórin hevur leiðsluligu og listarligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki, tá ið leikskrá skal gerast. Stjórin hevur harumframt fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina og skal tryggja, at virksemið verður rikið sambært galdandi reglum.
Eitt stórt og spennandi mál fyri framman er at byggja nýtt tjóðleikhús. Stjórin situr í stýrisbólkinum fyri nýggja leikhúsið. Stýrisbólkurin er ovasti myndugleiki í byggimálinum og hevur ábyrgd av at fylgja við byggiverkætlanini. Stjórin vísir beinleiðis til Leiklistaráðið og virkar sum skrivari og avgreiðslustjóri hjá ráðnum.
Vit leita eftir stjóra, sum:
- hevur ítøkiligar leiklistarligar visiónir fyri virksemið á Tjóðpalli Føroya.
- hevur fingurin á pulsinum og veit, hvat rørir seg á leiklistarøkinum, bæði í Føroyum og altjóða.
- hevur viðkomandi útbúgving innan leiklistaryrkið, eitt nú sum leikstjóri, sjónleikari, leiklistarfrøðingur, leiklistarframleiðari ella drúgvar samsvarandi royndir.
- hevur førleika at viðgera listarfakligar avbjóðingar og kann virka sum ráðgevi hjá listarligu leiðsluni/leikstjóranum undir leikuppsetan.
- hevur viðkomandi leiðsluroyndir og førleikar innan fyrisiting og fíggjarstýring.
- er von/vanur at leiða verkætlanir og dugir at seta greið mál, leggja til rættis og fremja ætlanir í verki.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar ella royndir í at søkja eftir peningi úr grunnum, t.d. til byggiverkætlanir og størri leiklistarlig verk.
Persónligir eginleikar
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og eina savnandi medferð.
- ert álitisvekjandi og vísir øðrum álit og virðing.
- dugir væl at kveikja og fáa starvsfólk at trívast.
- dugir at samstarva breitt við ymsar áhugapartar og viðkomandi myndugleikar.
- ert sterk/ur og hevur ró og yvirlit, tá støðan er tørfør, og arbeitt verður undir trýsti.
- dugir væl at lurta og inspirerar og eggjar til nýhugsan.
- hevur góð samskiftisevni og myndar Tjóðpall Føroya úteftir.
Sum mentanarstovnur hevur Tjóðpallur Føroya ein týðandi leiklut at menna og kveikja áhugan fyri móðurmálinum. Tí er umráðandi, at leikhússtjórin hevur ans fyri føroyskum máli, føroyskari mentan og áhuga fyri føroysku leiklistarsøguni. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt. Væntað verður av umsøkjara, sum ikki dugir føroyskt, at hann/hon nemur sær førleika í føroyskum, og í minsta lagi skilur føroyskt innan tvey ár.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 1. februar 2025. Nýsetti stjórin fær høvi til at geva sítt íkast til arbeiðið við leikskrá og virksemisætlanum.
Stjórastarvið er flokkað í 37. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Starvið er áramálssett í 5 ár við eini áramálsviðbót, sum er 20%. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi av grundlønini.
Umsókn og upplýsingar
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing (CV) og tilvísingum skal sendast við teldupostil til: [email protected] í seinasta lagi 1. desember 2024.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðnum, Rønn Eliasen, á telefon 238014 ella við telduposti: [email protected].
Um Tjóðpall Føroya
Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur við rakstrarjáttan á løgtingsfíggjarlógini. Fíggjarætlanin fyri 2024 er 5.677.000 kr. við 4.827.000 kr. í almennari rakstrarjáttan og umleið 850.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast í løtuni, umframt stjóran, ein samskipari í føstum starvi og verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið í sambandi við leikuppsetan. Karmar fyri Tjóðpallin eru at finna í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya.