Teknikari til P.P. Faroe Pelagic

Teknikari til P.P. Faroe Pelagic

Lýst verður hervið eftir teknikara til P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði.

Arbeiðsøkið fevnir um:
Tann, ið settur verður kemur, saman við øðrum teknikarum á virkinum, at taka sær av øllum maskinaríðnum á virkinum. Hetta merkir m.a. viðlíkahald, um- og útbygging, o.s.fr.

Arbeiðstíðin:
Arbeitt verður í toymi á 3 fólk, og vaktirnar eru 12 tímar tá framleiðsla er, og 8 tímar tá eingin framleiðsla er, og annars eftir tørvi. Skift verður millum dag- og náttarvakt.

Útbúgving:
Tann, ið settur verður, skal helst verða útbúgvin elektrikari.
Fólk við øðrum tekniskum- ella maskinútbúgvingum, kunna eisini søkja.
Umráðandi er at tann, ið settur verður, dugir eitt sindur av hvørjum, innan elektriskt og tekniskt/maskinarbeiði.

Løn:
Løn sambært avtalu.

Freist at søkja:
Miða verður ímóti at tann, ið settur verður, skal kunna byrja sum skjótast.
Umsóknir kunnu sendast til finance@ppfaroe.fo í seinasta lagi 27. Juli 2020.

Eitt sindur um felagið:
P.P. Faroe Pelagic er uppisjóvarvirkið